Eitt umfatandi álop á Ísrael við dronum er sett í verk sum hevnd fyri, at Ísrael fyri einum mánaða síðani beindi fyri leiðaranum í islamiska yvirgangsfelagsskapinum. Tað hevur Hizbollah upplýst í nátt, og í Ísrael vátta tey, at eitt álop er í gongd.
Samstundis frættist, at Ísrael hevur framt álop á hernaðarlig mál í Libanon, har sum Hizbollað heldur til. Ísrael hevur heitt á vanliga fólkið har suðri í Libanon um at halda seg burtur.
Hizbollað er á listanum hjá ES og USA yvir terrorfelagsskapir.
Haaretz skrivar, at trygdarráðið í Ísrael kemur saman at umrøða støðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo