- Hesin sigurin á Ísrael er størri enn tann, vit vunnu í 2006. Hann er guddómligur, tað segði leiðarin hjá Hizbollah, Naim Qassem, í fyrstu talu síni eftir vápnahvíldina sum kom í lag fyrr í vikuni.
Kríggið ímillum Ísrael og Hizbollah, sum hevur verið har suðri og eystri í Libanon og har suðri í libanska høvuðsstaðnum Beirut, hevur elvt til ógvusligar oyðileggingar í Libanon seinastu tveir mánaðirnar. Í krígnum hevur Ísrael dripið undanmannin hjá Qassem, Hassan Nasrallah.
Umframt at útnevna Hizbollah til sigursharra segði Qassem eisini, at Hizbollah fer at samstarva við libanska herin um at tryggja, at vápnahvíldin heldur.
Hizbollah, sum er ein hernaðarligur islamistiskur yvirgangsfelagsskapur, stuðlaður av Iran, heldur til í Libanon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo