Lokalur Hizbollah-leiðari var álvarsliga skaddur í ísraelskum loftálopi har suðuri í Libanon í dag.
Loftálopið rakti bilin hjá lokala Hizbollah-leiðaranum, sigur libanesisk trygdarkelda fyri tíðindastovuni AFP.
Sambært kelduni var leiðarin í býnum Bint Jbeil, har suðurin í Libanon. Libanesiska tíðindastovan National News Agency (NNA) sigur at ein «fíggindalig» drona rakti ein bil tætt við sjúkrahúsið í Bint Jbeil.
Journalistur hjá AFP sigst hava sæð oyðilagda bilin hjá Hizbollah-leiðaranum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo