Undantaksstøða er lýst í Ísrael næstu tvey samdøgrini, eftir at iranskt stuðlaði felagsskapurin Hizbollah tíðliga í morgun sendi nógvar dronur inn í Ísrael, har tær framdu álop. Ísrael svaraði stutt eftir aftur við at bumba mál hjá Hizbollah har suðri í Libanon.
Spenta støðan hevur fingið fleiri at halda, at eitt stórkríggj í øllum miðeystri, har bæði USA og Iran verða drigin uppí, er komið nærri.
Bæði Ísrael og Hizbollah siga, at tey vilja ikki hava kríggj, men tey eru til reiðar at fara allan vegin um tað er neyðugt.
Seinni í kvøld fer leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, at halda eina sjónvarpaða talu, har hann møguliga fer at koma inn á, hvat næsta stigið verður hjá felagsskapinum, sum bæði USA og ES hava á sínum lista við yvirgangsfelagsskapum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo