Vinnuframi: Í dag tann 24. januar frá kl. 15:00 til 17:00 verður tiltakið ‘Hitt ein serfrøðing’ í Siloini í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15.
‘Hitt ein serfrøðing’ er eitt afturvendandi tiltak sum Hugskotið og Íverksetarahúsið skipa fyri í felag. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.
Hesir ráðgevarar verða at hitta:
Óli Joensen er grannskoðari hjá grannskoðaravirkinum Januar. Hitt Óla til eitt ókeypis prát og hoyra nærri um tínar møguleikar innan bókhald, roknskap og grannskoðan.
Niels Uni Dam er stjóri og ráðgevi í Nudlavirkinum. Nudlavirkið hevur drúgvar royndir innan marknaðarføring og veitir samskiftisloysnir av alskyns slag. Herundir m.a. PR ráðgeving til fyritøkur, ráðgeving innan talgilda marknaðarføring og marknaðarføring á sosialu miðlunum. Hitt Niels Una til eitt ókeypis prát og hoyr nærri um tínar møguleikar innan marknaðarføring.
Frá TAKS hevur tú møguleika at hitta Eimi Fossdalsá og Elsu Reinert til eitt ókeypis prát og hoyra um tínar møguleikar at stovna virki ella rinda mvg og skatt. TAKS umsitur m.a. økir innan stovnan av virki, V-tal til fyritøkur, meiravirðisgjald og skatt av inntøkum.
Birita Sandberg Samuelsen, er advokatur hjá SÓKN Advokatum, og hevur drúvgar royndir m.a. innan íverksetarafeløg. Hitt Biritu til eitt ókeypis prát og fáa alt tað løgfrøðiliga uppá pláss.
Mathea Hilduberg starvast sum leiðari í Vinnuframa, ið hevur til endamáls at stuðla vinnuni. Hitt Matheu til eitt ókeypis prát um tínar stuðulsmøguleikar.
Vivi Egholm starvast sum ráðgevi hjá Framtak, sum ger íløgur í føroyskt vinnuliv við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur. Hitt Vivi til eitt prát um tínar møguleikar.
Frá Betri banka hevur tú møguleika at hitta Árna Fredriksberg vinnukundaráðgevi á Vinnukundadeildin til eitt óbindandi prát um tínar møguleikar at søkja um lánsfígging.
Tiltakið er fyriskipað á tann hátt at tá ið tú møtur í Siloini í Sjovinnuhúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo