Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit selja og uppseta baði jarðhita og aðrar hitapumpur, men okkara høvusyrki er at framleiða føroyskar lágorku-ketlar, til oljufýr.

Alt gott um tey ið byggja nýggj hús sum eru væl bjálvað og bygd eftir nýggjastu krøvum, men eldri hús ið ikki eru væl bjálvað og pakkað inn í plastic, eru sera sjálvdan egnað til jarðhita ella hitapumpur.

Ein ketil er vanliga 17 til 20 kw, og hitin fram til radiatorarnar er kanska 50 ella 60 hitastig, fyri at radiatorarnir kunnu hita húsini nóg mikið.

Hitapumpur/jarðhitapumpur, eru ofta 7 kw, og senda 37 hitastig út til radiatorarnar.

Um tað skal bera til, skulu radiatorarnir skiftast, húsini bjálvast, takið skiftast, vindeygu osv.

Tann skjótasti mátin at spara olju og minka útlátið 50%, er at keypa ein nýggjan orkusparandi ketil.

Tá skal tú ikki brúka kr. eina millión , men munandi minni.

Ketilin klárar at halda húsini heit, og tað er ovmikið av heitum vatni at fáa.

Livitíðin á hitapumpum er uml. 10 ár, so skal kompressarin skiftast, tí hann slítist.

Flestu ketlar halda nógv longri enn so, so roknar tú íløguna yvir 20 ár, so er lítil yvi um hvussu tað roknistykki sær út.

Vit í Hógv hava merkt ein vaksandi eftirspurning eftir okkara ketlum nú oljan er vorðin dýrari, og hóast vit eisini uppseta jarðhita, mæla vit frá at seta tað upp í eldri húsum.

Vit hava framleitt uml. 3800 føroyskar ketlar.

Jákup Olsen
Hógv Sp/F
Runavík
Tlf 470 400
www.hgv.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo