Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna er kendasta kommunan í fjølmiðlunum síðstu árini. Tað skuldi verið gott fyri eina kommunu, tó er tað tvørtur ímóti beint umvent. Kommunan er kend fyri at fáa neiligar viðmerkingar, eitt nú frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri sínar sera niðurgerðandi viðgerðir av málum, sum oftast als ikki hava fingið tær viðgerðirnir, sum mál eiga at hava í dagsins samfelag.

Onnur mál hava somikið av skundi, at tey vera skundviðgjørd til gleði og gagns fyri tey fáu.

Í fleiri førum hjá teimum nærmastu og áhugafeløgum hjá ávísum persónum í bæði umsiting og býráði.

Eg eri varalimur fyri Borgaralistan í Runavíkar kommunu, og havi verið til nakrar býráðsfundir hesi trý árini hendan setan hevur verið.

Sum varaumboð er tað ikki ofta, at ein er við til býráðsfundir. Í mínum føri havi eg havt tann heiður, at loysa Jonhard Danielsen av, tá hann er til sjós í sínum dagliga yrki. Ávís áhugamál hava verið fyri á skrá, tá eg havi verið á fundi. Bæði stór mál og minni mál, og havi eg við mínum førimuni til tað vitan og kunning til málini atkvøtt eftir míni bestu samføring.

Tann 28. september 2023 er býráðsfundur. Tvey av málunum, ið eru á skrá eru um byggiloyvið til Bakkafrost í Funningsfirði: málini 71/23 og 72/23.

Sjálvur eri eg ikki við á fundi, men síggi skránna á heimasíðuni hjá kommununi sama dag. Eg undrist um málini og spyrji meg fyri og søki alment innilit í málini. Longu dagin eftir, sjálvsama skjótt verður latið mær innilit, Eg heiti beinanvegin á umsitingina um at steðga málinum.

Sum nærmasti granni til virksemi hjá Bakkafrost her í Funningsfirði, undrist eg á bæði viðgerð hjá umsiting og avgerð býráðsins. At samtykkja loyvið til bygging uttan fyri byggisamtykt, lóg og landaskil er mær ein gáta.

Tað verður tískil latin kæra til Runavíkar kommunu, har eg geri vart við, at eg sum borgari og nærmasti granni má kunna tey um, at býráði einmalt hevur samtykt við 1. viðgerð byggiloyvið, hóast tað er ímóti byggisamtyktina fyri økið.

Somu mál koma fyri til 2. viðgerð tann 2. november 2023.

Hesaferð er broytingar uppskot við broyttum ætlanum frá Bakkafrost, har tey hava latið nýggjar tekningar inn.

Á fundinum tann 2. november 2023 eri eg tilstaðar í Gamla skúlanum á Glyvrum. Um tað var avtala ella feilur í varmaskipani hendan dagin skal vera ósagt, kalt var tað sum á kistubotninum.

Á fundinum spurdi Jonhard Danielsen fleiri ferð undir viðgerðini av málunum, um tað ikki var kæra komin inn um málini, sum vóru til 2. viðgerð.

Tóri Højgaard, formaður í byggi og býðarskipanarnevndini og formaður í Dátueftirlitinum upplýsti á hesum almenna fundinum, at eingin kæra var innkomin. Væl vitandi um, at eg hevði vent mær til hansara persónliga og greitt honum frá, at eg fór at kæra.

Eg sat sum áhoyrari til býráðsfund, hægsta plássi í Runavíkar kommuna og hoyri Tóra Højgaard beinleiðis lúgva fyri býráðnum.

Jonhard spurdi uppaftur eftir, at Tóri hevði noktað fyri at umsitingin hevði móttikið kæru, aftur hesaferð upplýsti Tóri, at ongin kæra var komin.

Tóri Højgarrd var eins og restin av býráðslimunum vitandi um, at longu frá fyrsta nevndarfundinum var skeiva kunning borin fram og at eg hevði latið Runavíkar kommunu kæru. Einasti býráðslimur, sum atkvøddi ímóti uppskotinum var Jonhard Danielsen.

Fyrstu ferð eg frætti frá umsitingini í Runavíkar kommuna um avgerðina hjá býráðnum er 4. januar 2024.

Eitt skriv, sum hvørki høvd ella halið er á. Tekniski leiðarin hjá Runavíkar kommunu, Marita S. Hentze er undirskrivað fyri brævið. Í brævinum verður skrivað, at eg ikki havi rætt til, at verða grannahoyrdur, men kortini vil tekniski leiðarin í Runavíkar kommuna hóast alt geva mær møguleikan at koma til orðana, tó við avmarkingum. Tað verður ongastaðni borið fram í brævinum, at býráðið á fundi 2/11-2023 longu hevur samtykt at geva Bakkafrost byggiloyvi í Funningsfirði.

Nú kann vantast, at tekniski leiðarin og umsitingin annars hevur sæð mín teldupost, sum er sendur teimum 6. oktober 2023, har eg kunni tey um, at ætlaði bygningurin hjá Bakkafrost er 8 metrar høgur, og tí er hægri enn byggisamtyktin loyvur. Bygningurin er tí eisini hægri enn míni sethús, sum eru staðsett sum nærmasti granni.

Eisini nevnir skrivið, at kommunan hevur givið Bakkafrost loyvi at leiga alt økið heilt inn móti mínum grundstykki, og at byggja í mark uttan at eg eri kunnaður yvurhøvur.

Hvat er at svara slíkum avgerðum, tá tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu er væl vitandi um, at málið er samtykt, enntá 2 ferðir av býráðnum?

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum mátti frá, tí hon ikki hevði upplýst alt fyri Løgtingsins umboðsmanni. Tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu beinleiðis lýgur fyri bæði Løgtingsins Umboðsmann og Kærunevndini í Lendismálum.

Hetta fær ongar avleiðingar!

Hettar merkir tí í stuttum, at okkara diktatoriski borgarstjóri góðkennir viðgerð og avgerðirnar.

Harumframt siga býráðslimir, at tekniski leiðarin sigur ósatt fyri teimum.

Tóri Højgaard, formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd, umframt limum í Fíggjarnevndini og Vinnu- og havnarnevnd, sum gevur byggiloyvir umframt er stjóri í Dátueftilitinum er ei heldur tann maður fólk hildu hann verða.

Á vanga sínum á Facebook deildi Tóri eina leinkju har Løgmaður verður hildin til at hava úr at gera. Á tráðnum viðmerki eg hetta til uppslagið: “Løgmaður er skilamaður. Kanska hann fær høvi at fáa skil uppá Runavíkar kommunu og býráðslimir, sum beinleiðis lúgva. Ja, sjálvt á almennum fundi, tá kærari og onnur eru til staðar.”

Tað gekk ikki long tíð so var viðmerkingin strika av Tóra.

Síðan skrivaði eg: “Tóri, eg sakni viðmerkingar sum vóru undir uppslagnum? Er man sum formaður í Dátueftirlitinum nú eisini farin at strika viðmerkingar, sum ikki tola dagsljós, tá tær hava við ein sjálvan at gera? Er formaðurin í Dátueftirlitinum og BBN í Runavíkar kommunu so erpin av sínum málum og avgerðum, at tær ikki tola at verða viðgjørdar í almenna rúminum, har ongar hurðar kunnu klamsa?”

Eftir skamma stund var hendan viðmerkingin eisini strikað og eri eg útihýstur av Tóra Højgaard.

Hvat skal eg skriva í hoyringsskrivi í einum málið, har byggiloyvi eigur at verða útskrivað fyri fleiri mánaðum síðan?

Reidar F. Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo