Í dag, 23. februar 2017, gevur forlagið Torgard út skaldsøguna På den anden side er marts eftir Sólrúna Michelsen.
Hetta er donsk umseting av Hinumegin er mars, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2013.
Skaldsøgan er ein persónlig frásøgn um seinastu tíðina hjá frásøgukvinnuni saman við mammu síni, sum er á veg úr lívinum og gerst meiri og meiri í barndømi.
Tann líðandi broytingin, har leiklutirnir hjá mammu og dóttir verða býttir um, og dóttirin ikki longur er dóttir mammu sína, men so við og við má átaka sær at vera sum ein mamma fyri mammu sína, elvir til nógvar tankar og hugleiðingar hjá frásøgukvinnuni um, hvat ein mamma í veruleikanum er.
Dansk BiblioteksCenter skrivar í sini meting til donsku bókasøvnini, at bókin er: “En rørende og relevant bog om det at miste en af sine forældre …”
På den anden side er marts er onnur bókin hjá Sólrún, sum kemur út á donskum. Forlagið Torgard gav í 2009 út At danse med virkeligheden (før. Tema við slankum).
På den anden side er marts var tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015.
Kristen Brix hevur umsett til danskt, og Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt kápuna.
Mentanargrunnur Landsins og týðaragrunnur Norðurlandaráðsins stuðlaðu útgávuni.
Bókin er 146 blaðsíður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo