Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Uppalingin var einføld og líkatil. Tað var lagt niður í barnasinnið at vera høviskur. Tað var umráðandi at vera blídligur og týdligur. At fara væl við øðrum gagnaði øllum. Tað góða elur góðsku. Tað lønar seg at bera seg rætt at.

Minnist einki til, at vit skuldu taka frástøðu frá ávísum fólkum. Heldur var okkum álagt at geva teimum gætur, ið vóru øðrvísi ella bóru brek. Onkuntíð vóru vit átalað og leidd fram á leið, tá ið vit í leiki høvdu happað ella gjørt onkrum ónáðir.

Tað er komið væl við sum vaksin, at vit sum børn vóru vegleidd til sosialt medvit og at taka medábyrgd. Vit skuldu draga fólk at okkum heldur enn at vísa teimum burtur.

Talan var ikki um námsfrøði á lærdum støði. Yvirskipað var meginreglan einføld. Vit skuldu hugsa tankan, hvør okkara ynskti at verða settur uttanfyri felagsskapin.

Uppalingin var andalig. Jesus, ið ikki setir nakran uttanfyri, var fyrimyndin. Vit vóru lærd, at Jesus var í einum serflokki. Tað var gagnligt at hava hann sum fyridømi, minnast hansara atferð og gerðir, um freistingin kom at býta fólk upp í bólkar.

Hesin arvurin situr djúpt inni í merginum. Ein gagnlig áminning, ið mælir til at hugsa um støðuna, gerðir og avgerðir.

Í tí privata lívinum er hetta væl lættari, tí avbjóðingin er persónlig. Í tí almenna kallinum er avbjóðingin krevjandi, tí hon er bæði persónlig, menniskjanslig og skal royna at fevna ymisk sjónarmið, ið viðhvørt eru skørp og mótsigandi.

Hvørji vóru so tey, ið Jesus setti uttanfyri? Spurningurin er misvísandi, tí setti Jesus nakran uttanfyri? Vit prædika, at øll eru vælkomin, so sum tey eru, og har tey eru.

Tað er vandamikið í neiligum tóna at tosa um hini, tey, ið eru uttanfyri ella øðrvísi. Seinni kann útsøgnin ljóða sum hvølt bergmál og raka okkum sjálv ella børn okkara.

Tá ið Guð elskar øll, hví skulu vit so hansara vegna býta fólk upp í bólkar, ið eru innanfyri ella uttanfyri?

Annað er so tað, at skipanir Guðs eru omanfyri alt, eisini avgerðir okkara, hvussu vit velja at fyrihalda okkum til leiðreglur hansara. Boðini eru heilagi vilji Guðs. Leiðreglur hansara eru heilagar, hóast vit í løtum seta tær til viks.

Guð er Guð hóast alt. Guð er kærleiki uttan mun til, um vit geva honum gætur ella ikki. Guð ynskir samfelag við okkum, hóast vit synda og raka við síðuna av málinum.

Kærleiki Guðs er ætlaður syndarum, tí eingin rættvísur er, og øllum fattast Guðs dýrd og heiður.

“Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti.” (Rómverjabrævið 3,11-12).

Hóast støðan hjá mannaættini er, at syndafallið ávirkar okkum øll, so er bót á borðið fyri tey, ið ákalla Guð við bøn um fyrigeving syndanna.

Samanumtikið eru “hini” vorðin ein partur av okkum og familju okkara. Talan er um ein samlaðan hóp av fólki, ið nemur øll fólkasløg og tungumál. Øll hava møguleikan at ognast Guðs tokka, tí eingin munur er, tá ið “hini” eru vorðin sum vit, og vit eru vorðin sum “tey”.

“Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. (Rómverjabrævið 3,23-24).

Tá ið vit tosa um hini, er útgangsstøðið aloftast, at vit onkursvegna hugsa neiliga og taka frástøðu.

Tíbetur tekur Guð ikki frástøðu frá nøkrum menniskja. Hann ynskir so inniliga, at vit øll gerast hansara. Guðs føvningur er opin vegna Jesus. Vit hava fría atgongd inn í himmalin vegna sáttargerð Jesu Krists og fyrigeving syndanna.

Tað er eitt mistak, at vit – konservativ kristin og frælslynt kristin – í neiligum tónum eru upptikin av hinum, t.d.

  • teimum ógiftu, ið eiga børn uttanfyri hjúnalagið.

  • teimum hjúnaløgum, ið endaðu við skilnaði.

  • teimum, ið hava annan samleika enn hinskynd.

  • teimum gudiligu, heilagu og frelstu.

  • teimum norðanfjørðs, ið verða kallað fundamentalistar.

Vit eiga sum kristin at taka frástøðu frá fordømandi útsøgnum og eyknevnum, uttan mun til konservativ ella frælslynt sjónarmið.

Vónandi verða vit vísari við árunum og læra av tí, ið eygað sær. Tá ið vit við hatskum og dømandi tóna tosa um hini, mega vit minnast, at um nøkur ár er møguliga onkur av eftirkomarunum í somu støðu.

Tess vegna er moralurin, at orðið “vit” er betur enn orðini “tey” og “hini”. Skilagott er als ikki at nýta niðrandi orð, tí í Jesusi navni og verki hansara er vón fyri øllum.

Dømið tí ikki næsta tykkara, fyrr enn tit eru í somu støðu. Amen.

Orðið: “Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum!” (Fyrra Korintbrævið 5,13).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo