Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fleiri ár hevur verið tosað um málið ”Gongd í haga” og hvussu politiska skipanin ikki hevur megnað at funnið eina loysn á málinum.

Nú hevur verandi landsstýrismaður so tveitt kongin, við sínum uppskotið til ”lógtingslóg um burðadygga ferðavinnu”, sum uppskotið so politiskt korrekt eitur.

Ein gjøgnumgongd av uppskotinum er nakað drúgv til hetta skrivið, men tað sum rennir mær til hugs, er ævintýrið hjá H.C. Andersen um hin nakna keisaran, ið flestu fólk kenna.

Í stuttum snýr søgan seg um ein keisara, ið var forfeingiligur og læt seg lumpa av nøkrum snildum skræddarum, sum lovaðu at veva tey vakrastu klæðini, ið nakar hevði sæð. Harumframt vóru tey so serlig, at bert tey vísu sóu klæðini, meðan tápulingarnir ikki kundi síggja búnan.

Síðani lótust skræddararnir at veva tann vakra búnan. Tá onkur av keisarans nærmastu spurdu skræddararnar hvussu tað gekk við búnanum - sum keisarin rindaði nógvan pening fyri - vísti teir snildu skræddararnir fram tann ósjónliga gulltráðin, hermelinskápuna og alt hitt glitrandi, sum teir kundu greiða frá. Ongin ynskti at vera avdúkaður sum tápulingur, og lótust øll tí, hvør í sínum lagi, at fegnast um hetta meistaraverk.

Keisarin sjálvur ótolnaðist um hetta stórbæra verk sum honum var lovað. Men, tá hann skuldi passa tey vøkru klæðini, var hann einki petti frægari enn hansara egnu boðfretar og hálovaði hesi vøkru klæðini, ið vóru so yndislig og løtt, at tað føldist sum um hann ikki var í nøkrum øðrum enn undirbuksum.

Hin stóri dagurin upprann og keisarin skuldi ganga skrúðgongu at vísa øllum fólkinum henda væna búna. Ja, hann gleddi seg, tí hann helt seg vita, at bert tey vísu kundu síggja klæðini, meðan tápulingarnir einki fóru at síggja.

Skræddararnir lótust nú at klæða keisararan og tá teir vóru lidnir, fingu teir sína ríkiligu løn og hildu síðani til beins.

Keisarin fór síðani til gongu og fólkið, ið var tyrpt saman at síggja hesu fantastisku klæðir, øtaðust.

Tey sóu týðiliga ein naknan keisara, men fyri ikki at tykjast býttari enn grannin, hálovaði øll hesum vakra búna. Tað vil siga, inntil ein smádrongur segði nakað hart ”jamen keisarin er jú nakin, síggja tit ikki tað?”.

Tá brast bløðran og øll fóru at flenna. Ikki at dronginum, men at keisaranum, ið soleiðis tvær ferðir var hildin fyri tað turra spott.

Fyrst av nøkrum snildum spekulantum, ið høvdu lumpað keisaran fyri nógvar pengar og somuleiðis at blíva spottaður av sínum egna fólki.

Um uppskotið hjá keisaranum, landstýrismanninum, verður sett inn í heimin hjá H.C. Andersen, kundi leiklutirnir hjá skræddarunum verið nevnd og leiðsla í Visit Faroe Islands, ið við síni ótømandi peningagreði royna at lumpa keisaran og alt fólkið til egnan vinning.

Spurningurin er bara, hvør vil vera keisarans boðfretur, ið ikki torir at ganga ímóti tí ráðandi og hvør torir at peika og siga, at landstýrismaðurin er spillnakin.

Eygleiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo