Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tá bretar loystu gátuna um loyniliga samskiftið hjá týskinum umvegis Enigma-maskinuna, vunnu teir ein avgerandi fyrimun, sum helst stytti kríggið við tveimum til fýra árum.

Hetta hevði stóran týdning fyri Føroyar eisini, tí við førleikanum at lesa loyniboðini hjá týskinum kundu bretar við skipum og flogførum herja á kavbátarnar, sum søktu so mong skip, ið førdu farm til Bretlands. So væl gekst teimum, at á vári 1944 var stríðið um ræðið á Noðruðatlantshavinum - ”The Battle of North Atlantic” - vunnið.

Í Føroyum hevði tað við sær, at skipini sigldu ikki longur sama vandasjógv, og flogdeildin, sum júst var etablerað í Vágum, varð niðurløgd. Flogfør, hermenn og herútgerð vóru tá flutt úr Føroyum til hermótini á evropeiska meginlandinum.

Snillingarnir, sum loystu gáturnar um loyniskriftirnar hjá týskinum, arbeiddu á einum loyniligum stað í Bletchley Park norðan fyri London. Ovastin fyri tí serliga væl útborna liðnum var matematiski úrmælingurin Alan Turing. Teirra serstaka avrik og hansara syrgiliga lagna vóru væl lýst í filminum ”Imitation Game”, sum eisini var at síggja í Havnar Bio fyri nøkrum árum síðani.

Tann seinasti, sum arbeiddi saman við Alan Turing í Hut 8 í Bletchely Park, legði árarnar inn hin 3. januar í ár 97 ára gamal. Tað var Rolf Noskwith úr Nottingham.

Hann var komin til Bretlands í 1932, tí jødisku foreldrini rýmdu undan spírandi nazismuni. Hansara týski uppruni gjørdi, at bretski herurin takkaði nei, tá hann meldaði seg sum "volunteer" at fara í kríggj.

Men tá hann triðju ferð beyð seg fram til at tæna bretska herinum, tóku teir av, og settu hann til at umseta og knekka kotur. Hann dugdi týskt ræðið og hevði eitt heilt serligt talent fyri at síggja mynstur í endaleysum røðum av tølum.

Rolf arbeiddi saman við Turing og hansara liði, til kríggið var av, og helt fram eina tíð við líknandi uppgávum aftaná kríggið, áðrenn hann tók við starvi í eini verksmiðju, sum pápin átti.

Rolf Noskwith var og vitjaði í Føroyum á gamalsaldrinum, og hansara evnir at spyrja hvassar spurningar og analysera svar og umstøður biltu framvegis onki.

Tað var einkarsonur hansara, sum skipaði fyri eini vitjan í Vágum ein summardag fyri nøkrum árum síðan. Sonurin, Adrian Noskwith, er væl kendur í flogheiminum og hevur ofta vitjað í Føroyum, tí hann var eitt drúgt skifti næststørsti íleggjari og eigari í Atlantic Airways.

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo