Seyðahundasambandið: Ketty við Ragnu fekk seg roynda í gjár. Seyðurin var ikki lættur at fáast við og veðrið var eisini avbjóðandi. Tað bleiv til 139 stig og tað gav eitt 15 pláss av 36 plássum. Flott úrslit undir torførum umstøðum og í eini sera javnari kapping.
Í dag skulu Tummas og Jónstein royna seg. Tummas skal inn sum nummar 20 við Moss, hann hevur nummar 56 á rygginum. Hann er royndasti luttakarin á landsliðnum, bæði í heimligu kappingini og altjóða.
Hetta er, har aftur í móti, fyrsta altjóða kappingin hjá Jónsteini. Hann tók øll á bóli til FM í 23/24, og bleiv nummar 2 við hundinum Gripur. Teir báðir skulu royna seg sum nummar 35 í dag. Jónstein hevur nummar 71 á rygginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo