Tað var flogið við privatflogfari meira enn 500.000 ferðir, vísir ein analýsa hjá Greenpeace, sum ING.dk (krevur hald) skrivar um.
Hóast klimakreppu so er flúgving við privatflogfari í Europa ongantíð so vælumtókt sum nú.
572.806 ferðir var seinasta ár flogið í privatflogfari til og úr Europa.
Hetta er ein øking á 64 prosent sammett við árið fyri.
Flúgvingin gav eitt útlát á umleið 3,4 milliónir tons CO2, skrivar Greenpeace sambært ING.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo