Eftir at raksturin tvey tey fyrstu árini gav hall stóð upp og niður og reiðiliga tað hjá Hilton Garden Inn í Havn í fjør.
Vinningurin var 1,6 mió kr, sum skal samanberast við hall uppá smáar 3 mió kr árið frammanundan, tá koronafarsóttin setti síni fingramerki á roknskapin.
Bruttovinningurin vaks úr 2,4 mió kr til 25 mió kr í fjør, og hotellið rindaði næstan 19 mió kr í lønum, samanborið við stívliga 5 mió kr árið frammanundan.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 62 mió kr, harav var 23 mió kr eginogn.
Felagið handan Hilton Garden Inn eitur P/F Hotel Atlantic, og tað er Atlantic Airways og Lív sum eiga felagið, sum hevur heimstað í Sørvági.
Martin Restorff var stjóri í fjør. Hann er síðani farin frá sum stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo