Fólk á landi hildu seg hava sæð eina møguliga neyðrakett, skrivar Vørn á heimasíðuni.
Tað var í Skopunarfirði, at fólk á Sandoynni søgdu seg hava sæð eitt ljós, sum kundi vera ein neyðrakett.
- Tað var klárt í veðrinum og ein trolari sum var har á leiðuni hevði onki sæð og alt var avblást aðrenn nøkur leiting var sett ígongd, skrivar Vørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo