Listaframsýningin hjá Hildigunn verður í Smiðjuni í Lítluvík, í døgunum frá hósdegnum 1. okt. til og við týsdegnum 6. okt.
Málningarnir eru spartlaðir, lýsa lit og ljós spæli í náttúruni.
Við á framsýningini eru eisini ymiskir kvinnu málningar, við heitinum “Eg seti mín hatt sum eg vil”, teir vælumtóktu fuglarnir og einglar virkaðir úr gomlum sálmabókum.
Meiri kunning og fleiri málningar eru at finna á facebook síðuni HildigunnT. ART
Opið er soleiðis:
Hósdagin 1. oktober er frá kl. 16 – 19
Fríggjadagin og leygardagin frá kl. 11 – 19
Sunnudagin er opið frá kl. 15 – 19
Mánadagin og týsdagin frá kl. 11 - 19
Vegna almenn tilmæli um fjarstøðu vera vitjandi vinarliga boðin um at vísa skynsemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo