Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Føðingardagur er veitsludagur ársins og ofta afturvið kakao, bollum og nøgd av ljósum á lagkakuni, sum tann tá fegni og fagnaði tivandi má blása av.   

Men har vóru hvørki nøkur ljós ella kakao herðindini at hóma í vásinum herfyri, táið ein gævur garpur fylti 65 ár, tann 12. juli.

Tá hevði hesin, sær sjálvum so líkur, boðið sínum knáu vinum við til fest - í sjaski og sjóvarilsku -  við tað, at teir tveittu seg út á blotan við Akrabyrgistanga við beklandi kós móti Sumbiarsteini - einar 6 - 7 km suður frá landi – og uttan nakran fløva ella kakao anga.

Túrur teirra um rísnu Røstina tók umleið hálvan annan tíma. Sig so tað!

Munkurin
Hetta havsins Mekka, sum nú bert er ein 7 metrar høgt sker av tí fyrr so markanta 21 metra høga, Munkinum, sum einaferð í 1884 og 1885 mátti lúta fyri teim bonsku brotunum frá Røstini hørðu.

Um hesa ótýdligu leið lýsir Hargaskaldið, Pól F., í vísuni um hargabrøðurnar, sum tó her dvøldu turrskøddir innan bátaborð:

“Vit vóru manga vandaferð, tá ódn av fjøllum brann
við kavarok og andróðri, og Røstin rísin rann ...
... sat eg við skeytið, dragið tú, og hann við stýrisvøl,
ei tryggari var innanborðs í ódn á bátafjøl”.

Í Gundadali
Jon og hesar 6 – 8 – 10 gævu garparnar kanst tú dagliga hitta um 7 tíðina á morgni í svimjihøllini í Gundadali - í hita rúminum fyrst - eina løtu.

Og fremstur er Jon, táið hesir bæriligu knassar blaka seg út á bláman við longum crawl-tøkum, kropp á kroppi, við skúmfonn frá bógnum - í tí næst sunnastu svimjingar-veitini - meðan lensuportrini fram við síðuni hava ilt við at svølgja - og neyðars tann, sum fyri hevði verðið her, og sum seinni bleiv funnin í lepum í skrúvuvatninum frá hesum crawlandi gørpunum.

(Svimjingar-veit má helst vera betri heiti enn “bani”, “breyt” ella “geil” í svimjingar-høpi. Geilin var rásin har júgurtungar kýr komu skjølkandi oman úr haganum í Sørvági móti kvøldi, minnist eg – og máliskan ein “siglingarveit” er í brúki frammanundan).

Hafnarfjørður
Mær untist at síggja nakrar úr hesum hópinum í mai í ár – sum nokk vóru har yviri fyri líkasum at koma í hóskandi “kondi” til henda stressandi Munka-túrin – svimja í marghøllini á Hafnarfirði í kapping við frægar íslendingar, og hesin hópur kom so aftur til lands, sum ein framsettur bátur, við teyggjum av gull-, silvur- og bronsu-medaljum um hálsin.

Tann 18. desember 1982
Nýggja innandura svimjihøllin bleiv tikin í brúk henda dag. Nógv rokan og røður. (Hevði tá, sum formaður í Stadion-nevndini og Teknisku nevnd, ein lítlan leiklut har – vitiliga í allari ótilstrekkiligheit - millum høvdingarnar).

Vit – einir 6 – 8 býráðslimir - svumu tá um kapp við sama tal av løgtingslimum við Hákuni Djurhuus, fyrrverandi løgmanni, sum aldurs forseta, júst 74 ára gamal. Og teir sera røsku løgtingslimirnir komu flott á mál, sum nr. 2 (!).

Tá kom Jon Hestoy fram á pallin, sum eitt fok á fonn, og júst komin úr Danmark, har ið hann setti Guinness heimsmet við at svimja í heilar 24 tímar úti í eitt. (Eitt annað met framdi Jon tá - við eina leskiliga máltíð – men sum hann tó ikki ger so nógv burturúr (!)).

Avísirnar gjørdu hinvegin heldur meiri burturúr tekkiligu systir Jon, sum seinasta tíman dansaði og sang fosturlandssangir - fyri á henda hátt at stuðla bróður sín - allan tann seinasta tíman.

Jon var (og er?) ein smílandi, mjáur risi til longdar og svimjari sum ein állur. Vanliga brúka fólk eini 20 - 30 tøk til 25 metra longd í hylinum. Jón kavaði henda dagin og brúkti bara trý tøk til tað sama strekki, minnist eg.

Jón
Um Jon er at siga, at hann hevur eina “poul-mohr’ska” tilgongd til fólk. Uttan mun til, um talan er um prenting, svimjing ella tú bara hittir hann á gøtuhorni, so kennist tað sum um, at tú hevur kent hann heila lívið – og framvegis ger.

Ja, er 65 ár nú nakar aldur í dag?

Tann bretski stór skemtarin Bob Hope (1903 – 2003) segði nakað soleiðis: “Tú veitst, at tú ert vorðin gamal, táið ljósini kosta meiri enn føðingardagskakan!”. Bob Hope bleiv yvir 100 ár.

Hetta var bara ein blíð, beskeðin, gerandis heilsa úr norðastu, hóvligu svimjingar-veitini.

Arnstein Niclasen

NB. Teir 6 ribbaldarnir, sum í bragdarhugi bjóðaðu Røstini av føðingardagin hjá Jon, tann 12. juli, vóru hesir niðanfyri nevndu eftir aldri: Leivur Michelsen 68 ár, Jon Hestoy 65 ár, Sámal Olsen 62 ár, Eyðun Húsgarð 62 ár, Niels Juel Arge 58 ár og Brandur í Funningsstovu 48 ár. Og miðalaldurin er bara góð 60 ár!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo