Tórshavnar kommuna: - Tað gekk alt eftir vild, tá ið tilmeldingin til nýggja skúlaárið á Tórshavnar Kvøldskúla læt upp í gjárkvøldið. Tað var rætt at skipa tilmeldingina í tveimum, tí skipanin kom ongantíð undir ov stórt trýst, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari.
Higartil hava 1.426 næmingar teknað seg til komandi skúlaár, og enn ber til at tekna seg til skeiðini.
Tilmeldingarfreistin er sunnukvøldið 3. september á midnátt. Tó er freistin til várskeiðini, sum byrja eftir nýggjár, tann 1. november.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur í ár fingið nýggja heimasíðu og nýggja tilmeldingarskipan, og tilmeldingin til skeiðini fer fram á heimasíðuni kvoldskulin.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo