Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hiddenfjord gekk á odda at stytta framleiðslutíðina í sjónum frá 18 mánaðum niður í 10 mánaðir, við at gera stór smolt á umleið 650 gramm í kørum á landi.

- Hetta gjørdu vit fyri at minka um trupulleikarnar av laksalúsini, og tað hevur eydnast somikið væl, at vit nú taka enn eitt stig á somu kós, sigur Atli Gregersen, stjóri.

- Vit hava gjørt íløgur í lokaðar eindir til Sørvágsfjørð, soleiðis at fiskurin kann ganga í vardum umhvørvi til hann er 2-2,5 kg, og sostatt bert nýtist at vera útsettur fyri lús uttanífrá í umleið 5 mánaðir. 

- Vit hava fyribils gjørt íløgur í 3 eindir á 15.000 rúmmetrar, sum kosta umleið 25 milliónir kr. pr. eind. Tað er norska fyritøkan Fiizk, sum er veitari av eindunum. Tær eru uppbygdar við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Stálkonstruksjónirnar verða settar saman av Mest á Skála. Thorfinn Nielsen í Miðvági stendur fyri el-arbeiðinum.

- Grundtankin við hesi íløguni, er at verja laksin ímóti laksalús, sum er ein stór avbjóðing í føroysku alivinnuni.

- Hetta er eitt nýbrot í alivinnuni og við tí fylgja nógvar avbjóðingar. Men vit í Hiddenfjord halda okkum vera før fyri at royna hetta. Vit hava eitt sterkt toymi av dugnaligum og væl útbúnum fólkum, eins og vit hava nógvar royndir at framleiða laks uppi á landi og í sjónum, sigur Atli Gregersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo