Hiddenfjord er nú farið undir at taka í Miðvági og skulu tilsamans 19 ringar takast.
Í fyrsta ringinum sum verður tikin er fiskur sum vigar 5,7 kilo í kruvdari vekt. Hesin fiskurin fór út eftir ólavsøku í fjør og vigaði tá 900 gram.
- Tað vil siga einans 9 mánaðir eru gingnir frá útseting til tøku, sum er sera góður vøkstur, sigur Atli Gregersen, stjóri.
Atli Gregersen roknar við at tøkan verður ætlandi liðug seinast í oktober í ár.
Viðvíkjandi prísinum, sum fór niður, tá ið korona fór at herja, so er hann hækkaður aftur á eitt gott støði, sigur Atli Gregersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo