Í morgin verður hann útsynningur í ættini, upp í hvassan vind, seinnapartin verður samregn og hitin um eini 12 stig allan sólarringin.
Týsdagin verður minni vindur, lot til frískan vind, regn allan seinnapartin og sami hiti, um 12 stig.
Mikudagin fleyr til gul av útnyrðingi, nógv regn fyrrapartin sum seinnapartin verður avloyst av sól, hitin um 12 stig.
Hósdagin og fríggjadagin mestsum stilli, sólløtur og nakað kaldari, eini 9 til 12 stig.
Næsta vikuskifti verður vesturætt, sólríkar løtur og lítil vindur leygardagin men regn og frískari vindur sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo