Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og suðri, regn ella ælaveður og hitin um 12 stig.

Týsdagin er vindurin minkaður niður í gul ella lot av eystri ella landsynningi, okkurt æli men eisini sólglottar og hitin upp í 14 stig.

Mikudagin veksur hann sum frá líður aftur vindin upp í ein strúk ella hvassan vind av lágættum, okkurt æli men eisini onkur sólløta, hitin tann sami, um 12 stig.

Hósdagin og fríggjadagin verður hvassur vindur av útsynningi, regn ein stóran part av tíðini, men eisini løtur við sól báðar dagarnar og hitin um 11 stig.

Næsta vikuskifti verður eisini fitt av vindi av lágættum, regn og sól hvørt um annað og hitin 10-12 stig. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo