BirkBlogg: Áhugin fyri at fara út at eta um halguna er ikki eingin. Trýst er á matstovurnar. Heystfagnaður er í Áarstovu,
Hallur Joensen sang fyri fullum húsum á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, har døgurði varð serveraður afturvið, í Hallartúni á Hotel Hilton var fult hús longu á middegi sama dag, og um kvøldið hevði nýggja matstovan Húsagarður framsýning og smakkroyndir við nýggjari matskrá, har rávørur úr Sandoynni vóru ein týðandi partur.
Alt hetta lættir um hjá hotellum og matstovum í høvuðsstanum, nú mest sum einki ferðafólk er í landinum.
Les meira her + myndir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo