SMS: Hósdagin verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið heystdagur aftur á skránni í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta heystmótanum og heystvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður nógv gott á skránni á Torginum.
Flestøll elska vit tónleik, og verða bæði livandi tónleikur og kór at hoyra í SMS hendan dagin.
Á Torginum leggur kórið LOT, sum Laila Carlsen stjórnar, fyri. Laila fær altíð lív í fólk. LOT fer á pallin kl. 17.
Klokkan 19 fer vælumtókta og dugnaliga Guðrið Hansdóttir á pall, og fer hon uttan iva at framføra løgini, ið fellur okkum øllum so sera lætt at murra við til.
Endar við mótasýning
Endabrakið á árliga heystdegnum verður ein stórfingin mótasýning, sum verður á skránni klokkan 20.
Nýggjasti heyst- og vetrarmótin 2024 verður vístur fram aftur við væl ljómandi rútmum frá DJÚS, sum diskar restina av kvøldinum.
SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo