Hósdagin 29. septembur verður Heystardagur í SMS. Allan dagin hava handlarnir nógv góð tilboð, og um kvøldið, klokkan 20, verður stór mótasýning, sum eisini verður send live á facebooksíðuni hjá SMS.
- Vit gleða okkum serliga nógv til aftur at sleppa at hava mótasýning í SMS, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS. - Tað eru trý ár síðan seinast, so tað treingir til. Nú bíða vit bara spent og gleða okkum til at sleppa at vísa fólki heystmótan og stóra úrvalið av klæðum, sum handlarnir í húsinum hava til bæði kvinnur og menn.
Høgni Lisberg við bólki fer at spæla til mótasýningina, og aftaná diskar Helgi, meðan áskoaðarnir kunnu njóta lekkrar góðbitar frá Miklagarði og Omaná og eisini gera brúk av góðu tilboðunum, sum handlarnir hava.
Handlarnir hava opið til klokkan 22.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo