NÁM: Nú kemur nýtt tilfar úr Námi, sum er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum annaðmál.
Annaðmál er tað málið, ið verður tosað í landinum, tú nú býrt í, men sum ikki er títt móðurmál.
Ferð á føroyskt er ein bókaheild í eini komandi røð, sum fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Ljóðfílur, Svarlista og Læraravegleiðing við hópin av eyka tilfari og góðum hugskotum til aktivitetir.
Ferð á føroyskt 1 er slóðbrótandi sum fyrstu bøkurnar av sínum slagi, ið taka mentanarligan og málsligan forkunnleika við í eina øðrvísi tilgongd til føroyskt, enn hana vit vanliga kenna frá móðurmálsundirvísingini. Bøkurnar byrja heilt frá byrjan og leggja eitt breitt støði undir framhaldandi læring bæði í talu og á skrift.
Ferð á føroyskt kann brúkast frá fjórða/fimta flokki og uppeftir, umframt til vaksin.
Maria Heradóttir og Turid Thomsen hava ment tilfarið eftir týskum leisti.
Hey! er ein røð av heftum, sum við støði í gerandissamrøðum venda sær til vaksin. Lydia Didriksen hevur skrivað fyrstu tvey heftini í røðini, sum hava undirheitini Familja og vinir og Arbeiði og frítíð. Røðin kann brúkast sum ískoyti til Ferð á føroyskt og Vælkomin eftir Bergljót av Skarði.
Felags fyri útgávurnar eru serkendu evnini í allari annaðmálsundirvísing, ið leggja seg tætt upp at gerandisdegnum.
Skeið í at brúka Ferð á føroyskt verður í Námi 21. september.
Útgávutiltak verður seinni í septembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo