Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

– Eg skal ikki dylja, at hetta var ein løta, vit leingi hava bíðað eftir. Kortini hevur verið arbeitt miðvíst alla somlu tíðina, men nú byggiloyvi er komið upp á pláss, er bara eftir at fáa tað seinasta av útbjóðingartilfarinum klárt, so kunnu vit ordiliga fara í gongd.

Tað sigur Rúni Hentze, sum er kirkjuráðsformaður á Argjum. Núverandi kirkju- og missiónshús á Argjum hevur yvir 45 ár á baki, og tí hevur í eina tíð verið tørvur á størri og betri kirkju, ið kann rúma alsamt vaksandi virkseminum, sum er. Hesum hevur síðani verið arbeitt við í meira enn 15 ár.

– Hetta hevur so sanniliga verið strævið viðhvørt, og serliga ta seinastu tíðina. Alt arbeiðið er seinkað av øllum tí, sum er hent, tí vit hava verið noydd at bíðað eftir yvirfriðingarnevnd og sovorðnum. Men kortini hava vit arbeitt miðvíst alla tíðina, sigur hann.

– Tað er ringt at seta orð á, hvussu henda tíðin hevur verið. Men sjálvandi hevur hon verið tyngjandi, tí tað ger nakað við fólk, at hesi mótmælini eru. Og veruleikin er helst, at hetta arbeiðið, ið skuldi verið so hugaligt og stuttligt, ikki altíð hevur verið tað. Eg vil siga, at alt hetta rokilsið hevur tikið nakað av gleðini við arbeiðinum.

Skilir ikki mótmælini
Serliga hevur tað darvað arbeiðinum, at ein áhugabólkur við hond og fót hevur arbeitt ímóti, at nøkur kirkja skuldi byggjast á stykkinum við Sandá, hóast staðsetingin langt síðani er avgreidd, og Rúni Hentze sigur seg slett ikki skilja mótmælini, ið hava verið:

– Eg dugi ikki upp á nakran máta at síggja, hvussu kirkjan kann taka nakað sum helst frá hasum økinum, tí heldur er tað beint tvørturímóti. Eg eri sjálvur uppvaksin á Argjum og má siga, at hasin teigurin er einki at gráta um, og heldur ikki er staðið nakað serligt fram um onnur støð, sigur kirkjuráðsformaðurin.

– Veruleikin er, at ein stórur partur av hasum økinum er avgrevstur frá Støðlagøtu, tá ið hon varð gjørd, og økið hevur í mong ár verið brúkt til rusk frá urtagørðum, gomul jólatrø og annað, sum er blivið tveitt har. Og júst á staðnum, har kirkjan skal standa, er stórt sæð eingin órørd natúra, burtursæð frá einum lítlum parti.

Kortini hava mótmælini og royndirnar at steðga ætlanini fylt øgiliga nógv í myndini, men nú alt er liðugt og avgreidd, sigur Rúni Hentze seg bara hava upplivað, at kirkjufólk og onnur á Argjum við hava verið glað fyri, at hetta nú er komið undir land, og tað sama hoyrir hann frá øðrum um alt landið.
(orð og mynd: Hilmar Jan Hansen)

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo