Skúlablaðið: Forløgini, ið framleiða upprunaføroyskt tilfar til undirvísing og til børn og ung sum heild, hava síðstu árini mangan víst á, at játtanirnar, tey fáa á løgtingsins fíggjarlóg eru ov lítlar at megna ta stóru uppgávuna og ábyrgdina tað er at veita nóg mikið av dygdargóðum tilfari til undirvísing og framíhjálestur.
At framleiða upprunaføroyskt tilfar til næmingar til skúlabrúks og framíhjá er kostnaðarmikið, ikki minst um tað eisini skal vera talgilt, og tað er kravið í dag.
- Framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan raðfestir høgt, og tá ið fíggjarligu sjógvarnir eru slættaðir, verða hetta øki, vit fara at styrkja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo