Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum fyrrverandi partur av politisku skipanini loyvi eg mær at líta afturá og gera viðmerkingar til bústaðarpakkan.

Eisini í forleingilsi av greinini, har eg spurdi um kommununi var nýmótans lív lagað, og vísti á umsiting kontra hugsjónir.

Í okkara setu legði Tjóðveldi seg á byggi- og býarskipanarpartin og Fólkaflokkurin tók dagligu leiðsluna av kommununi.

Tíðliga í setuni var farið til Danmarkar við endamáli, at fáa lesandi og føringar at venda nøsini heimaftur.

Søguna kenna vit.

Ístaðin fyri at fara í gongd við at kortleggja, keypa ella ogna sær lendi og síðani at stykkja út til øll endamál, bæði blokkbyggjarí, raðhús, seniorkollektiv, eldraíbúðir og so framvegis, bleiv arbeitt við kanningum av bústaðartørvi og bústaðarpolitikki.

Hvørki hevði serligan relevans sæð í ljósinum av ‘at eldur var í'.

Í tólvta tíma komu arkitektauppskot um byggiætlanir, men hesi eru ikki arbeidd inn í lendisviðurskifti og kostnað, og krevja óivað drúgvar tilgongdir við festarar og myndugleikar.

Sjálv var eg ikki í byggi- og býarskipanarnevndini, men nevndin hevði drúgvar politiskar royndir.

Ikki heldur hava undanfarin býráð raðfest bústaðartørvin nóg frammalaga.

Tískil bleiv bústaðarneyðin flutt yvirum vegin, til ‘stórabeiggja’/Løgtingið, at taka sær av. Okkum kunnugt er stóribeiggin meira ímyndin av stødd og valdi, enn av skynsemi.

Fyrrverandi borgarstjóri hartar Løgtingi fyri vánaligu politisku raðfestingina av stovnsbyggjaríi og rætt hevur hann í tí, men tað hvørki rættvísger arbeiðsháttin á Vaglinum ella at Bústaðir skal verða loysnin á øllum vanligum byggjaríi.

Talan er stutt sagt um raðfestingar.

Í ‘mangul av bedre’ bleiv tað privata vinnulívið nú ‘hongt um hálsin á Bústøðum'. Tíverri síggi eg fyri mær speiðrekandi tekning, har hingið verður bæði við suttiklúti og ranglu.

Er tað nøkrum eg havi virðing fyri, so er tað tí privatu byggivinnuni, sum vit føroyingar kunnu vera sera ernir av, og sum áttu at hava tættari leiklutir saman við kommununi.

Nú hava vit politisk gjørt eina konstruktión, eitt avhengigheitsforhold og samanbland millum alment og privat, sum frá liberalistiskum sjónarhorni ikki er serliga frælst, kostruktivt og framtíðartryggjað.

Ja, vit kunnu av røttum spyrja um Fólkaflokkurin hevur mist sín politiska integritet.

“Um verkætlanin miseydnast, ja, so tapa báðir”, segði fyrrverandi borgarstjórin.

Eitt partafelag kann blíva insolvent, tað blívur landið ikki, er bara tann heilt stutta viðmerkingin til eitt annars sera djúpt og stórt evni, sum átti at havt fingið meira umrøðu, bæði umsitingarliga, løgfrøðisliga, heimildarliga, ognarliga, lutfalsliga v.m.

Vónandi verður tað arbeitt væl ígjøgnum, tá tað nú bleiv sum tað bleiv.

Við vón um, at hesar linjur geva heildarmyndina á politiskum viðurskiftum og vísa á stóra týdningin á røttum kommunalum arbeiði.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo