BirkBlogg: Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina.
Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar.
Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har.
Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo