Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í ár hevur Shu-bi-dua hátíðarhildið, at 50 ár eru liðin, síðani bólkurin gjørdi fyrstu sangirnar. Tað hevur bólkurin, sum nú kallar seg Shu-bi-dua 2.0, hildið við nógvum konsertum kring Danmark.

Nú endar hendan stóra og væl umtókta jubileumskonsertferðin, og tann seinasta konsertin verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið.

– Hetta hevur verið eitt ótrúligt ár. Vit hava verið á einari fantastiskari ferð við øllum teimum góðu Shu-bi-dua sangunum í viðførinum, og vit hava verið sera væl móttiknir av túsundtals fólkum víðahvar, sigur Shu-bi-dua í einari heilsan til fjeppararnar.

Tónleikararnir í Shu-bi-dua 2.0 gleða seg til at koma til Føroya at spæla konsert leygarkvøldið.

– Vit hava havt nakrar minniligar konsertir í Føroyum, og vit hava verið sera væl móttiknir av føroyingum. Tað hevur verið sera gott lív í konsertunum í Føroyum, og vit vóna, at vit kunnu fáa enn eitt fantastiskt kvøld í Føroyum leygarkvøldið, sigur Jørgen Thorup, sum er ein av teimum gomlu shubbunum.

Konsertin við Shu-bi-dua 2.0 verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið kl. 22. Á konsertini spæla eisini Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo