Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: hb.fo

Mynd: hb.fo

Mynd: hb.fo

Havnar Bóltfelag: Eftir 16 ár sum yrkisleikari uttanlands skal Viljormur Davidsen nú fyri fyrstu ferð av álvara royna seg í føroysku landskappingini. Sum ungur fór hann til Danmarkar at spæla við OB, og burtursæð frá trimum dystum fyri barndómsfelagið NSÍ í 2012, hevur hann bara spælt uttanlands í Danmark, Norra og Svøríki.

Í 2013 skifti hann til Vejle, har hann av álvara slerdi sítt navn fast. Har spældi hann 207 dystir í 9 ár, m.a. sum liðskipari. Hann er tann útlendingurin, sum hevur spælt flest dystir fyri Vejle. Síðsta árið hevur hann spælt í bestu svensku deildini við Helsingborg.

Hevði tilboð aðrastaðni
Hóast boð vóru aðrastaðni frá, hevur hann valt at flyta heim til Føroyar.

– Eg var leysur av sáttmálanum við Helsingborg og hugsaði um, hvat næsta stigið skuldi verða. Familjan flutti til Føroyar fyri einum ári síðani, og saknurin hevur verið stórur. Eg havi haft ein góðan dialog við HB, og ambitiónirnar hjá mær og felagnum samvara. So mann kann siga, at tíðin var røtt at flyta heim, meðan eg enn havi okkurt at bjóða sum fótbóltsspælari. Eg eri enn svangur eftir at náa meira.

Viljormur hevur sum nevnt bert spælt tríggjar dystir í føroysku landskappingini, og sambært egnari útsøgn skal hann nú prógva sítt virði í føroyskum fótbólti. Og fyri hann var HB tað upplagda valið.

– HB er størsta og mest vinnandi felagið í Føroyum, og eg vil gjarna vera við á ferðini at fáa HB upp aftur á fremsta plássið. Eg havi ambitiónir um at vinna, tí eg havi enn mítt fyrsta meistaraheitið til góðar. Og so eri eg eisini sera spentur uppá at sleppa at spæla evropeiskar dystir. Nakað, sum eg ikki havi roynt fyrr. So hetta er eitt perfekt “match”.

Vil vinna
Sum yrkisleikari uttanlands í 16 ár og við 64 landsdystum í skjáttuni, er tað ein ógvuliga royndur maður, ið vit fáa í hópin. Og hansara royndir fara at koma serliga okkara ungu spælarum til góðar.

– Á vøllinum komi eg við teimum dygdum, sum fólk kenna meg fyri, har eg altíð gevi meg 100%. Uttanfyri vøllin komi eg við einum vinnaravilja, sum vónandi kann geva íblástur til mínar viðleikarar. Eg eri ein, sum ikki er nøgdur við at standa í stað. Eg vil allatíð flyta meg enn meira og seta mær sjálvum høg mál.

Við sínum 31 árum er Viljormur enn í besta fótbóltsaldri og hevur enn fleiri góð ár eftir í sær. Nakað sum trý-ára sáttmálin eisini ber boð um.

– Eg eri 31 ár og í besta fótbóltsaldri. Eg havi júst havt eitt kappingarár, har eg havi spælt allar minuttirnar í bestu svensku deildini og á landsliðnum. Eg havi nógv at prógva í føroyskum fótbólti, og eg eri svangur eftir at vinna. Harumframt havi eg eisini eitt landsliðspláss, sum eg skal varðveita. So hetta var akkurát rætta tíðspunktið fyri meg at koma heim aftur og at spæla fyri HB, sigur Viljormur at enda.

Viljormur fer at spæla við 3-talinum á rygginum. Harvið fara vit aftur at síggja “3 Davidsen” á vøllinum, tvey ár eftir at systkinabarn hansarara, Jógvan Rói, gavst at spæla fótbólt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo