FSF: – Vit spæla á heimavølli, frammanfyri okkara egnu áskoðarum, og vit trúgva upp á, at vit kunnu vinna. Tað er heilt avgjørt tað, ið vit fara eftir. So vónirnar undan seinnu hálvfinaluni eru góðar, sigur høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, við heimasíðuna hjá FSF.
Mánadagin klokkan 18:00 bresta B36 og Víkingur saman í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra dystin vunnu teir ljósabláu 1-0, og tað er tískil eitt krav til árstalsfelagið, at teir skulu og mugu vinna seinna dystin, um teimum skal eydnast at standa í finaluni tann 4. desember.
Fyri B36, eins og fleiri onnur feløg, er tað eitt mál, at felagið skal spæla evropeiskan fótbólt á hvørjum ári. Tað kom tí illa við, at árstalsfelagið endaði nummar 5 í landskappingini, tvey stig aftanfyri NSÍ.
– Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri felagið, at vit spæla okkum í steypafinaluna. Hetta er størsti dystur á árinum, og ein dystur, sum allir spælarar og venjarar ynskja at vera partur av. Hetta er eisini okkara møguleiki at røkka evropeiska plássinum, sigur Dan Brimsvík.
Síðan 1955 hevur B36 vunnið steypakappingina hjá monnum seks ferðir. Seinast var í minniligu finaluni í 2018, tá B36, sum seinastu løtuna spældi 9 móti 11, eftir umdyst og brotssparkskapping, vann samanlagt 7-6 á grannunum úr HB.
Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2, og hava runavíkingar tískil eitt betri útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Runavík mánadagin klokkan 18:00.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygadagin 4. desember klokkan 16:00.
Seinnu hálvfinalurnar skuldu eftir ætlan verða avgreiddar sunnudagin 28. november klokkan 15:00. Men vegna frost, eru báðar hálvfinalurnar útsettar til mánadagin 29. november klokkan 18:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo