FSF Varpið: Arnbjørn Svensson úr Víkingi er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Spania. Aftaná eina av venjingunum fekk FSF Varpið orðið á nýklækta landsliðsspælaran.
Tveir dystir eru á skránni hesar dagarnar, manslandsliðið er saman. Fríggjadagin 22. mars verður spælt móti Liktinstein, og týsdagin í næstu viku møtast Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo