Undan lutakastinum til HM-endaspælið, sum verður í morgin, hava brúkararnir hjá DR Sporten stytt sær um stundir við at atkvøða um dreymabólkin hjá Danmark - ein hevur jú altíð loyvi at droyma.
Danir eru í potti 3 og kunnu tí ikki møta Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal ella Iran í bólkaumfarinum.
Í potti 1 vilja danir helst sleppa undan londum sum Týskland, Brasilia, Portugal, Argentina, Belgia og Frakland, meðan danir í potti 2 helst vilja sleppa undan londum sum Kroatia, Ongland og Uruguay.
Í potti 4 eru danir ikki so glaðir fyri at fáa lond sum Serbia, Nigeria og Japan.
Samanumtikið er hetta dreymabólkurin hjá brúkarunum hjá DR Sporten: Russland, Peru, Danmark og Panama.
Sí meira um seedingina her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo