FSF: Hetta vikuskiftið er annar partur av Venjaraleiðini á skránni. Átakið er eitt venjaraskeið fyri kvinnur, har luttakararnir taka B2 og B3 eftir einum nýskipaðum leisti, og undirtøkan fyri skeiðnum er avbera góð.
19 luttakarar úr átta ymiskum feløgum taka lut, og í FSF varpinum hoyra vit Rúnu Nón Bjartalíð, hjálparvenjara hjá KÍ kvinnum og Rebekku J. Olsen, venjarra hjá U18 gentunum hjá ÍF greiða frá, hvat tær hava fingið burturúr higartil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo