Tórshavnar kommuna: Bókaframløga um felagsskapin millum Hetland og Føroyar verður í auluni í Finsen 20. august kl. 19.30. Í fjør kom bókin “The Cod Hunters” út í Hetlandi. Rithøvundurin er føroyavinurin John Goodlad, sum hevur havt samband við Føroyar við mongum vitjanum síðani fyrst í 1970-árunum.
Ein stórur partur av bókini snýr seg um fiskiskapin hjá hetlendingum undir Føroyum, sum í stórum tali fiskaðu á okkara leiðum so tíðliga sum í 1800-talinum. Ein partur av hesi vinnu var keyp av bíligum brennivíni í Føroyum, sum var smuglað til Hetlands, har tollurin var høgur. Minni um hesa tíðina eru gravirnar hjá hetlendskum fiskimonnum í gamla kirkjugarði í Havn.
Hetta er eisini søgan um føroyingar, sum fiskaðu við hetlendskum skipum og um skip, sum vórðu keypt úr Hetlandi til Føroya.
Í Hetlandi var gamalt, at ein drongur varð ikki rættur maður, um hann ikki hevði roynt undir Føroyum. Ein annar partur av søguni er eisini, at Hetland í síni tíð var nógv fremri enn Føroyar á fiskivinnuøkinum. Hetta sæst greitt í frásøgnini hjá Pløyen amtmanni í 1839, sum annars enn er at fáa í bókhandlunum, bæði á føroyskum og donskum.
Hesin fiskiskapur hevur eisini havt við sær nógv samband millum føroyingar og hetlendingar, eisini á øðrum økjum, sum t.d. fótbólti.
Nú kemur Goodlad til Føroya at leggja bókina fram. Hann kemur við egnum fari, bátinum Swan við manning, sum telur 15 fólk. Swan er ein gamal sildabátur, sum við íblástri frá okkara Johannu og Westvard Ho er settur í upprunaligan stand, og sum verður nýttur til skúlasigling og ferðir sum hesa.
Hetta ger vitjanina enn meira forkunnuga.
Framløga verður í hesum støðum:
20. august í Finsen í Tórshavn
23. august í Listasavninum á Sandi
24. august á Seglloftinum á Tvøroyri.
Allar framløgurnar verða kl. 19,30 Her fer John at greiða frá bókini og svara spurningum.
Bestimaðurin á Swan, Maggie Adamson, sum er besti fiólspælari í Hetlandi, fer at spæla hetlendsk løg, sum eru gjørd í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum. Á hesum samkomum verður møguligt at keypa signeraðu bókina.
Meira kann lesast um Swan á heimasíðuni www.swantrust.com
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo