FSF: Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan í EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður á Zimbru Stadion í Chisinau í kvøld klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokan 19:45 í Føroyum.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Mads Boe Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremstir vera Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen.
Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Gilli Rólantsson Sørensen, Hanus Sørensen, Daniel Johansen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Noah Hans Mneney, Ári Mohr Jónsson, Stefan Radosavljevic, Páll Andrasson Klettskarð og Pætur Petersen.
Hini londini í okkara bólki eru Albania, Kekkia og Pólland. Og samstundis sum Moldova og Føroyar fara at stríðast Zimbru Stadion, bresta Kekkia og Pólland saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo