Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Heldur óvæntað eru bæði Slavia Prag og Eintracht Frankfurt komin víðari í fjórðingsfinalurnar í Europa League.

Hetta er greitt, eftir at tey í kvøld vunnu ímóti ávikavist Sevilla og Inter Milan í seinnu 1/8 finalunum í kappingini.

Í Kekkia noyddust Slavia Prag og Sevilla, sum hevur vunnið Europa League fleiri ferðir seinnu árini, út í longda leiktíð, eftir at liðini høvdu fingið tvey mál hvør í vanligu leiktíðini - eins og tey gjørdu tað í fyrra dystinum í Spania.

Eftir at 120 minuttir vóru leiktir, var støðan 4-3 til Slavia Prag, og harvið er eitt kekkiskt lið ímillum átta tey síðstu liðini í kappingini.

Í hinum dystinum vann Eintract Frankfurt, sum er nummar fimm í Bundesliguni, fult uppiborið 1-0 ímóti Inter Milan á San Siro.

Sostatt kom týska liðið víðari við 1-0 samanlagt, eftir at fyrri dysturin ímillum liðini fyri einari viku síðan endaði 0-0.

Í London megnaði Arsenal at venda 1-3 frá fyrra dystinum ímóti Rennes og vinna 3-0 og 4-3 samanlagt. Pierre-Emerick Aubameyang skjeyt tvey mál fyri The Gunners, meðan Ainsley Maitland-Niles skjeyt tað triðja.

Hesi átta liðini hava leikt seg í fjórðingsfinalurnar í Europa League:
Chelsea
Arsenal
Villareal
Napoli
Valencia
Slavia Prag
Eintracht Frankfurt
Benfica

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður avgreitt í morgin kl. 12.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo