Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag fimm nøvn afturat til ársins festival.

Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðan seint í 1990’unum hevur hon sum skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og tyngd í hennara tónleiki. Lena Anderssen og bólkur hennara spæla á Summar Festivalinum í ár.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.  Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg« og »Náttin var okay«. Herborg Torkilsdóttir hevur framførslu í Tjaldinum á Summar Festivalinum.

Brímhvítt er óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum. Hetta er ein spennandi, nýggjur bólkur, sum skrivar og spælir popptónleik. Tey royna seg fram við ymiskum sjangrum í einstøku sangunum, og tey hava bæði dirvi og hegni til tað. Við songkvinnuni Bjørk á odda verður tú drigin inn í eina verð av stórum og djúpum kenslum og fangandi melodium.

Dugnaliga songkvinnan Ester Kristiansen er eitt av yngru nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men hon hevur seinni árini havt fleiri hitt, eitt n+ú »Fívil«, »Aftur til mín« og »Elska teg«. Ester hevur serstaka rødd, og hon dugir væl at leggja huglag og kenslur í sínar sangframførslur. Nú skal Ester framføra á Summar Festivalinum á fyrsta sinni.

SWAY er jazz trio. Marianna Winther Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trioin dregur serligan íblástur frá jazztrioini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan við at taka fólk á bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi, og hesum fáa gestirnir á Summar Festivalinum gleði av.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo