FSF: Í dag klokkan 16:45 tekur føroyska kvinnulandsliðið ímóti Montenegro á Tórsvølli. Talan er um næstseinasta umfar í EM-undankappingini, og undan dystinum er Montenegro fremst í bólkinum við 10 stigum, ájavnt við Grikkaland, meðan Føroyar eru nummar 3 við trimum stigum.
Føroyski hópurin kom saman seinnapartin mánadagin, og síðani hevur fult fokus verið á komandi uppgávur, sum hesaferð eru á heimavølli móti Montenegro og á útivølli móti Andorra, sum er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Fyrireikingarnar hava gingið væl, og landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í dag.
Valborg Østerø verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Ásla Johannsen og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.
Á bonkinum sita Óluva Allansdóttir Joensen, Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Mona Rasmusdóttir, Anna Carolina Brændstrup, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen, Rúna Jacobsen og Durita Hummeland.
Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Montenegro fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo