Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Herleif Hammer sum stjóra á Tjóðsavninum.
Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Herleif Hammer er formaður í føroysku UNESCO-nevndini.
Herleif Hammer hevur verið stjóri á Tjóðsavninum í áramálssettum starvi síðan 1. august 2017. Í oktober 2024 varð starvið lýst leyst, men nú sum fast starv við setan frá 1. januar 2025.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er framhaldandi at menna Tjóðsavnið sum eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking og vitan.
Stjórin skal standa á odda fyri og varða av virksemi stovnsins, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingar á økinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Tjóðsavninum eru at savna, granska og miðla vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Harumframt fevna uppgávurnar um umsiting av løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum, løgtingslóg um Havnar skansa, antikvariska ráðgeving í sambandi við bygningar fólkakirkjunnar og loyvisumsiting í sambandi við fuglaveiðu. Tjóðsavnið umsitur stuðulin til bygdasøvn og mentanarsøgulig skip. UNESCO-sáttmálin um verju av siðaarvi er lagdur til Tjóðsavnið at umsita.
Tjóðsavnið stendur eisini fyri størri verkætlanum, eitt nú Koltursætlanini, Lendisbata, Kirkjubømúrinum, Hvalastøðini við Áir og bakkaverjum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo