Er tað í lagi at skemta við sjúkum ella líðingum hjá øðrum? Millum annað hesum var føroyska Herit Helgadóttir við til at svara í sendingini Aftenshowet í DR í kvøld.
Høvið var hendingin tá Oscar verturin Chris Rock gjørdi gjøldur við Jadu Pinkett Smith, og sum fekk mann hennara, Will Smith at missa tamarhaldið og geva vertinum ein frammaná. Jada Pinkett Smith hevur alopecia sum ger, at ein missur hárið á kroppinum.
Herit, sum er úr Vestmanna, hevur sjálv alopecia. Hon sigur í sendingini, hvat hon heldur um hendingina, og hvar hon heldur at markið gongur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo