Í mars er tað myndamaðurin Herfinn Thomassen úr Sørvági, sum ið vit kenna sum HT-foto, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Herfinn hevur tikið myndir tey seinastu 12 árini, og fyri sjey árum síðani stovnaði hann sína egnu fyritøku, og er tað fulltíðarstarv hjá Herfinn at reka fyritøkuna.
Herfinn kann prenta myndir út stórar sum smáar á ymiskt lørift.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo