Tórshavnar kommuna: Tað verður serliga á Bursatanga, á Trappuni í Vágsbotni og uttan fyri Skúla á Fløtum, at fólk fáa góðar stundir at síggja Margrethu drotning, sum vitjar í Havn seinnapartin.
Kl. 13 verður móttøkan á Bursatanga (fløgg verða at fáa á staðnum)
Eftir móttøkuna fáa børnini bjóðað okkurt leskiligt á Perlutorginum í Tórsgøtu.
Kl.15.40 verður móttøka á Trappuni
Mia Lisa Mortensen handar drotningini blómur.
Á Trappuni fer Havnar Hornorkestur at spæla, Tórshavnar kamarkór at syngja og Ævintýrferðin at framføra.
Kl.16.15 vitjar Skúlan á Fløtum
Rebekka Tróndadóttir handar drotningini blómur
Ælabogin fer at spæla uttan fyri Skúlan á Fløtum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo