Borðtennissamband Føroya: Triðja Grand Prix-umfar í føroyskum borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 14. januar. Hetta var triðja út av í alt seks umførum, sum spæld verða í røðini av Grand Prix-umførum. Tá ið øll seks umførini eru spæld, verða stigini tald saman, og samlaðir vinnarar verða útnevndir í øllum aldursbólkunum.
Næsta kapping verður 11. februar í Tórshavn.
Úrslit frá 3. Grand Prix-umfari:
Bólkur A
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
2. Peter Hentze Niclasen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
4. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
5. Britt Michelsen (TBF)
6. Heri Lava Láadal (Tór)
7. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
Bólkur B
1. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
2. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
4. Ólavur Hammer (TBF)
5. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
6. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
7. Poul Knút Poulsen (TBF)
Bólkur C
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
2. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
3. Tummas Wilhelm (Tór)
4. Finnur Stórhamar (TBF)
5. Suni á Lava (Tór)
6. Róin Tjørná (Tór)
7. Ari Seyer (Tór)
8. Benjamin Rasmussen (Tór)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo