Í ár hevur airlineratings.com tikið burtur fíggjarlig úrslit, tá mett er um hvussu eitt flogfelag klárar seg mótvegis kappingarneytunum. Hinvegin er eitt nýtt kriterii, og tað er hvussu flogfelagið megnar avbjóðingarnar við korona.
Í nógv ár hevur tað verið Air New Zealand sum hevur ligið allar ovast á samlaða listanum, men í ár er Qatar Airways farið framum.
Onki norðurlendskt flogfelag er á listanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo