Næsta vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og nú er skráin fyri festivalin kunngjørd.
Summar Festivalurin bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar, umframt at undirhald og framførslur verða í Silvalandi, sum er fyri børnini.
Fyrsta konsertin verður hóskvøldið kl. 19:00, tá ið Brimhvítt spælir í Tjaldinum. Seinasta konsertin verður leygarkvøldið kl. 02:45, tá ið Páll Finnur Páll enda festivalin við framførslu í Tjaldinum. Samanlagt verða umleið 30 konsertir á Summar Festivalinum 2022.
Høvuðsnavnið Alan Walker spælir á Vágsbø hóskvøldið kl. 01:00. Amerikanski rockbólkurin Steelheart spælir fríggjakvøldið kl 21:30. Anne Dorthe & Maria spæla leygarkvøldið kl. 21:30, og Rasmus Bjerg syngur John Mogensen-sangir leygarkvøldið kl. 01:00.
Meira fæst at vita um bólkarnar á heimasíðuni sf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo