Tórshavn.fo: Tú sært alla ólavsøkuskránna í tiltakskalendaranum Tímin, sum bæði finst á føroyskum og enskum. Skráin fæst eisini í prentaðum líki í handlunum og í kunningarstovuni í Steinatúni.
Gev tó gætur, at fleiri broytingar eru gjørdar, síðan skráin varð prentað og borin út í handlarnar. Millum annað er landskappingardysturin hjá Betri kvinnum avlýstur, meðan mong onnur tiltøk eru løgd afturat, so hvørt sum fyriskiparar leggja síni tiltøk út á Tíman.
Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá, er tí skilabest at halda seg til Tíman. Á kunningarsíðu okkara um ólavsøkuna 2024 kanst tú lesa alt um ferðsluna og trygdina á ólavsøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo