Aðalstjórn, økisfeløg og ting- og landsstýrisfólkini hjá flokkinum umframt unga Tjóðveldi hava valt á eykaflokstingi, sum hevur verið á Hotel Føroyum í dag.
Tilsamans 48 atkvøður skuldu avgreiðast, ein og ein, áðrenn tað kundi staðfestast, hvør av valevnunum, Sirið Stenberg ella Bjørt Samuelsen, skuldu loysa formannin seinastu 24 árini, Høgna Hoydal, av.
Sirið Stenberg fekk 27 atkvøður.
Bjørt Samuelsen fekk 21 atkvøður.
Sirið Stenberg hevur verið næstforkvinna í flokkinum síðani 2012. Flokstingið valdi Hervør Pálsdóttir sum nýggja næstforkvinnu í Tjóðveldi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo